Viðbót til fólkapensjónistar

Viðbót til fólkapensjónistar
Fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón at liva av, skulu hava hava hægri pensjón, ætla Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin

14.11.2013 - 10:00

Í dag leggja Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eitt uppskot fyri løgtingið, sum hevur til endamáls at hækka viðbótina til fólkapensjónistar.

Endamálið er, at tryggja fólkapensjónistum, ið bert hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av, eina hækkaða pensjón.

Um 4.500 føroyingar hava so at siga bert fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av.

Teir støku pensjónistarnir mugu klára seg fyri góðar 10.000 kr. um mánaðin, áðrenn skatt, meðan ein giftur pensionistur hevur um 9.000 kr. um mánaðin, áðrenn skatt.

Hetta er ein sera lág inntøka í dagsins samfelag, halda Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Tí kostnaðarstøði í Føroyum gerst alsamt hægri, samstundis sum fólkapensjónin ikki er hækkað samsvarandi.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin skjóta í fyrstu syftu upp at hækka viðbótina til fólkapensjónina við 3.000 krónum um árið fyri giftar fólkapensjónistar, og 4.200 kr. um árið fyri stakar fólkapensjónistar. Uppskotið kemur at kosta landinum 17-18 mió. kr. Tjóveldi og Javnaðarflokkurin ætla at fíggja uppskotið partvíst við meirjáttan, sum í forvegin er á játtanini til fólkapensjón, og partvíst við átaki, har eftirlitsparturin hjá TAKS verður styrktur, og inntøkur landsins øktar samsvarandi. Flokkarnir vænta, at ein hægri viðbót vil økja nýtsluna í samfelagnum, og geva eina avleidda avgjalds- og skattainntøku til landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824