Innsavningin gav 1,8 milliónir krónur

Innsavningin gav 1,8 milliónir krónur
Peningurin verður býttur millum øll 24 limafeløgini í MEGD
Óluva Zachariassen og Kári Sólstein vóru vertir í sendingini.
 
26.05.2025 - 09:07

Slakar 1,8 milliónir krónur komu inn í landsinnsavningini, sum MEGD skipaði fyri í gjárkvøldið.

MEGD skipaði fyri innsavningini fyri 24 limafeløg síni. Tað eru feløg hjá fólki, ið bera brek, ella hava varandi sjúku.

Peningurin, sum kom inn, skal býtast millum tey 24 feløgini.

- Hesin peningur kemur væl við hjá feløgunum og hjá nógvum føroyingum, segði forkvinnan í MEGD, Ruth Thomsen, í sendingini, tá hon takkaði fyri.

Innsavningin varð skipað sum beinleiðis sjónvarpssending, send úr høllini við Tjarnir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096