Norðurlond vátta Ukraina stuðul

Norðurlond vátta Ukraina stuðul
Norðurlendsku stjórnarleiðararnir hava havt fund í Finnlandi í dag
Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, tók ímóti Akseli V. Johannesen, løgmanni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.05.2025 - 15:12

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir váttaðu aftur í dag sín fulla stuðul til Ukraina.

Stjórnarleiðararnir hava havt fund í Turku í Finnlandi.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði á tíðindafundi, at ræðuligu russisku álopini á Ukraina um vikuskiftið vísa tað, sum vit longu vistu frammanundan: At Russland hevur ongan áhuga fyri friði.

Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, segði, at hevur Russland áhuga fyri friði, átti landið at víst tað nú. 

Mette Frederiksen takkað esini norðurlendsku starvsfeløgunum fyri stuðulin til Grønland og Danmark, í sambandi við amerikansku útsagnirnar um Grønland.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, var eisini á fundinum í Helsinki í dag.

Hann er fegin um, at Føroyar vóru við á jøvnum føti við hini Norðanlondini.

Hoyr samrøðu við løgmann:

 

26052025_Aksel

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum seinni í dag.

 

Aksel V. Johannesen. (Mynd: AFP/Rittzau Scanpix)

 

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir taka sær av løttum. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Jens-Frederik Nielsen, formaður í Naalakkersuisut í Grønlandi.

 

Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
 

Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Frá tíðindafundinum. (AFP/Ritzau Scanpix)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723