Skeiv vegleiðing um dømdar útlendingar

Skeiv vegleiðing um dømdar útlendingar
Vegleiðingin hjá danska útlendingastýrinum um tíðaravmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum ella í Grønlandi er skeiv
Kåre Dybvad Bek, ráðharri, hevur gjørt vart við skeivleika.
 
30.05.2025 - 05:56


Vegleiðingin hjá danska útlendingastýrinum um tíðaravmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum ella í Grønlandi hevur ikki verið, sum hon eigur at vera sambært kunngerðini frá 2001 um hesi uppihaldsloyvi. 

Hetta eru reglurnar í donsku útlendingalógin um karensdagar hjá útlendingum, sum eru dømdir fyri brotsverk.

Hesir dagar skulu forða teimum í eina tíð at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum ella í Grønlandi.

Tað sigur Kaare Dybvad Bek, ráðharri, í brævi til útlendinga- og integratiónsnevndina og føroyanevndina hjá fólkatinginum.

Reglan um karensdagar og reina levnaðarváttan er tó ongantíð brúkt í Føroyum og Grønlandi árini 2011 til 2024.

Hon hevur tí ikki havt negativa ávirkan fyri útlendingar í Føroyum og Grønlandi.

Skeiva vegleiðingin hevur ikki gjørt nakran mun. 

Skal rættast

Ráðharrin hevur biðið Útlendingastýrið rætta mistakið.

Hann sigur, at hann hevur eisini kunnað útlendingamyndugleikarnar í Føroyum og Grønlandi um støðuna.

Kaare Dybvad Bek sigur, at reglurnar um karensdagar og levnaðarváttan eiga at vera galdnandi í Føroyum og Grønlandi. 

Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið fer undir tað arbeiðið nú.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Breddin: Føroyar og ES-limaskapur
203649
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563