So er kappróðrarsendingin "Millum tøkini" flotað

So er kappróðrarsendingin "Millum tøkini" flotað
Fyrsta útgávan av nýggju kappróðrarsendingini "Millum tøkini", við Ludvík við Stein sum verti, fór av bakkastokki í dag, og sendingini fleyt væl og virðiliga omaná
Manningin í fyrstu útgávuni av "Millum tøkini". F.v. Mikkjal Andriasarson, Sarita Kristina Hansen, Ludvík við Stein (vertur) og Magnus Norðberg
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.06.2025 - 22:10

Tað er altíð spennandi, tá ein nýggjur kappróðrarbátur verður flotaður.

Hvussu liggur hann í sjónum? Hvussu gongur hann? Flýtur hann yvirhøvur?

Soleiðis var kenslan eisini í Kringvarpinum í dag, tá nýggja kappróðrarsendingini "Millum tøkini" varð flotað fyri fyrstu ferð beinleiðis í Studio 3 í Sortudíki. 

 

Bundu um heilan fingur

Bundið var í ávísan mun heilan fingur, tí heitt var á hin kappróðrarkøna og hittinorðaða Ludvík við Stein um at seta seg aftur í rong og stýra sendingina. 

Og tað gjørdi Ludvík væl og virðiliga í mál, men manningin var eisini sterk og stinn.

Afturat sær hevði Ludvík tveir av tungvektarunum í føroyskum kappróðri, Saritu Kristinu Hansen og Magnus Norðberg, sum viðmerkjarar. 


Mikkjal Andriasarson, ið er yngsti maður umborð á Havnarbátinum, var gestur í fyrstu útgávuni av kappróðrarsendingini "Millum tøkini" (Mynd: Bárður Lydersen)
 

Havnarbáturin og sumbingar

Høvuðsevnini í sendingini vóru óvæntaði sigurin hjá Havnarbátinum í 10. mannafarsróðrinum á Norðoyarstevnuni, og so tann gleðiliga sannroynd, at sumbingar aftur gera um seg í kappróðri. 

Gestur í útvarpsstovuni var Mikkjal Andriasarson, ið er yngsti maður umborð á Havnarbátinum, og so var eisini ringt suður til Sumbiar til Halltóru Joensen, forkvinnu í Sumbiar Ítróttarfelag. 

Næsta FM-stevnan verður Sundalagsstevna í Hvalvík leygardagin 14. juni. 

Næsta "Millum tøkini"-sendingin verður sosatt týsdagin 17. juni. 

Um tú ikki hoyrdi fyrstu "Millum tøkini"-sendingina, so kann hon hoyrast á KVF Ljóð. 

 

Hvat: Millum tøkini
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 15 eftir FM-róðrarnar í summar, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

FM-stevnurnar 2025 Millum tøkini-sendingar
31. mai: Norðoyarstevna #1: Týsdagin 3. juni, kl.15
14. juni: Sundalagsstevna í Hvalvík #2: Týsdagin 17. juni, kl.15
21. juni: Jóansøka á Tvøroyri #3: Týsdagin 24. juni, kl.15
05. juli: Varmakelda í Fuglafirði #4: Týsdagin 8. juli, kl.15
12. juli: Fjarðastevna á Skála #5: Týsdagin 15. juli, kl.15
19. juli: Vestanstevna í Sørvági #6: Týsdagin 22. juli, kl.15
28. juli: Ólavsøka #7: Hósdagin 31. juli, kl.15

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345