25 ferðamannaskip í ár og 30 næsta ár

25 ferðamannaskip í ár og 30 næsta ár
2024 var metár í bruttoinntøkum hjá Runavíkar havn. Tær vóru góðar 22 milliónir
Nógv ferðmannaskip hava verið í Runavík seinastu árini, og tað sæst aftur hjá Runavíkar havn.
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
06.06.2025 - 11:28

30 ferðafólkaskip hava boðað frá, at tey koma til Runavikar kommunu næsta ár.

22 hava boðað frá, at tey koma í 2027, fimm í 2028 og trý í 2029.

25 skip hava boðað frá, at tey koma í ár. Og í fjør vóru tey eisini 25.

Ferðamannaskipini hava verið í Runavík, í Elduvík og í Funningi.

Og Oyndarfjørður er næsta bygdin, skip fara til.

 

 

(Myndir: Runavíkar kommuna)

 

Níggju milliónir í vinningi

Runavíkar havn hevði slakar níggju milliónir í vinningi í fjør. 

2024 var metár í bruttoinntøkum. Tær vóru góðar 22 milliónir.

Útlitini eru góð, nú nýggj orkubryggja og nýtt havnarlag vera gjørd í Søldarfirði.

Og skipasmiðjan Mest er farin undir at gera nýggja turrdokk á Skála. 

Hinvegin væntast inntøkan frá russiskum skipum at vera víkjandi, tí havnarstongsulin helst fer at standa við so leingi, álopini á Ukraina halda fram, sigur Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115