Nýggja Sjósavnið og Mentanarhúsið í Vágum varð reist mikudagin

Nýggja Sjósavnið og Mentanarhúsið í Vágum varð reist mikudagin
Ein partur av tekjuni er ein hálvdur útróðrarbátur, og tað er listamaðurin, Pól Skarðenni, ið hevur teknað bygningin, ið eftir ætlan verður tikin í nýtslu seinast í november
Pól Skarðenni við Sjósavninum og Mentanarhúsinum í Vágum aftanfyri
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
13.06.2025 - 10:58

Høvuðsendamálið við nýggja Sjósavninum og Mentanarhúsinum í Vágum verður at lýsa sjóvinnusøguna í Føroyum frá árabáti til tann nýmótans flotan, ið vit hava í dag - og tað verður gjørt við modelskipum. Harumframt fer tað at bera til hava tiltøk av ymiskum slag, samstundis sum hølini eisini fara at vera vælhóskandi til veitslur.

Ein partur av tekjuni í sjálvari høllini er ein útróðrarbátur, sum í 1973 varð keyptur úr Danmark til Tvøroyrar og sum tá nevndist Astrid II. Báturin varð bygdur á Rudkøbing Skibsværft í Rudkøbing í 1943. Eftir at hava havt skiftandi eigarar varð báturin um aldarskiftið seldur til Fuglafjarðar, har ið hann fekk navnið Marna. Í 2018 skuldi báturin høggjast upp á Skála, men tá yvirtóku fyrireikararnir av Sjósavninum og Mentanarhúsið bátin.

 

Serlig uppliving at standa undir bátinum

Ætlanin er at síggja tað ráa og autentiska tilfarið í bátinum, tá tú ert inni í bygningin. Og tað verður eisini ein hugtakandi sjón at hyggja upp í bátin.

Samrøðan kann hoyrast her!
 

1748609

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762