Trump vónar at Ísrael og Iran kunnu semjast

Trump vónar at Ísrael og Iran kunnu semjast
Russiski forsetin hevur boðið sær til at vera semingsmaður í stríðnum, og tað er ein møguleiki, sigur amerikanski forsetin
Hesi íbúðarhúsini í Telaviv í Ísrael vóru rakt av iranskum rakettum. Trý fóllk doyðu og 74 vóru særd.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.06.2025 - 08:26

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at seg vóna, at Ísrael og Iran kunnu semjast. Samstundis sigur hann, at londini bæði 'kanska mugu berjast fyrst'.

Trump vil ikki svara spurninginum, um hann bað Ísrael steðga á eina løtu við loftálopunum á Iran. 

Hann sigur eisini, at USA fer framhaldandi at stuðla Ísrael at verja seg, men vónar, at londini fáa avtalu í lag.

Tað segði Trump við journalistar, áðrenn hann fór á G7-toppfundin í Kanada.

 

 

Donald Trump- (AFP/Ritzau Scanpix)

 

 

Putin boðið sær til at royna semju

Amerikanski forsetin sigur, at nógv verður tosað í telefond og fundast í hesum døgum, og at friðaravtala kann fáast millum londini skjótt.

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur boðið sær til at vera semingsmaður, og Trump heldur tað vera ein møguleika.

- Eg eri opin fyri tí, og Putin er til reiðar. Hann ringdi til mín um tað. Vit tosaðu leingi saman, meira um tað, enn um støðuna hjá honum. Eg haldi, at hetta fer at laga seg, segði Trump í samrøðu við  ABC í gjár.

 

Iran vil ikki samráðast

Iran hevur hinvegin sagt, at tað er ikki sinnað at samráðast, meðan lopið verður á landið, og Iran vil bara fara undir ítøkiligar samráðingar, tá ið tað er liðugt at svara aftur ísraelskum álopum, sigur eitt embætisfólk við tíðindastovuna AFP.

Ísrael leyp fríggjanáttina í síðstu viku á Iran. 

Síðani hava 406 fólk latið lív og 654 eru løstað í Iran, skrivar mannarættindabólkurin, Human Rights Activists. 

Í Ísrael er boðað frá, at fleiri tíggjutals fólk hava latið lív, og fleiri hundrað eru løstað eftir iransk álop í Ísrael.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756