Politiskur viðmerkjari: Einki nýtt undir sólini

Politiskur viðmerkjari: Einki nýtt undir sólini
- Sum so einki nýtt kom fram, sigur Beinta Løwe um tíðindafundin í Tinganesi, sum stjórnarleiðararnir í teimum trimum londunum ríkisfelagsskapinum hildu eftir ríkisfundin.
 
18.06.2025 - 08:29

Tíðindafundurin, sum føroyski løgmaðurin, danski forsætisráðharrin og grønlendski landstýrisformaðurin hildu í Tinganesi týsdagin, var lutfalsliga stuttur.

Spyrst tú Beintu Løwe, journalist, samfelagsfrøðing og fyrrverandi løgtingslim, so var heldur ikki nakað nýtt undir sólini.

 - Vit hoyrdu tað, sum vit hava hoyrt endurtikið. At Føroyar vilja hava fleiri heimildir. So har var einki nýtt, sigur Beinta Løwe.

Ein orsøk til tess kann vera, at so stutt tíð er liðin, síðani stjórnarleiðararnir hittust seinast.

Ein onnur orsøk kann vera, at tey treyðugt vilja siga nakað ítøkiligt um heimildirnar, fyrrenn sonevnda grein 4 nevndin, sum skal kanna, hvørjar heimildir kunnu yvirtakast innanfyri verandi karmar, kemur við síni niðurstøðu í heyst.

1749364

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454