Vil blása lív í føroyskar sagnir

Vil blása lív í føroyskar sagnir
Heiðrikur á Heygum hevur myndprýtt nýggju hádeildina í Sankta Frans skúla við støði í søgn. Hann arbeiðir eisini við eini verkætlan at savna sagnir í bók og myndprýða tær.
 
18.06.2025 - 09:51

6. juni var hátíðarhald í nýggju hádeildini í Sankta Frans skúla, tá stóru listaverkini í nýggja bygninginum vóru liðug.

Tað er Heiðrikur á Heygum, fjøllistamaður, ið hevur listprýtt nýggju hádeildina, og málningarnir hava íblástur úr søgnini um, tá Guttormur í Múla og Barbara við Kvíggjá kappaðust í gandi.

Heiðrikur á Heygum hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri føroyskum sagnum, og leingi arbeitt við eini verkætlan at samla, lesa og granska sagnir, og at savna tær í bók og illusrtrera, myndprýða tær.

 

 

Nýtt ljós má varpast á sagnirnar - okkara fantasyheim

Fjøllistamaðurin heldur, at stórur tørvur er á at varpa ljós á mongu, gomlu føroysku sagnirnar, og at blása nýtt lív í tær. Tí annars er vandi fyri at tær hvørva úr okkara tilvitsku og mentan.

Tær eru við til at lýsa okkara mentanararv og kensluliga arv, tí tær vórðu millum annað brúktar til at seta orð á kenslur og vandar - sorg, kærleika, øvund og girnd.

- Tí eru hesar gomlu sagnirnar bæði læruríkar, spennandi og søguliga áhugaverdar, heldur Heiðrikur.

Hann vísir á, at fantasygreinin er sera vælumtókt serliga millum ung og børn, men vit hava sjálvi nógvar spennandi søgur í Føroyum:

- Nógv hugsa ikki um, at vit hava okkara egnu fatasy-verur og sera spennandi gandasøgur í Føroyum, sum í nógvum førum taka støði í søguligum persónum. Men okkum tørva at varpa ljós á sagnirnar, og at tær verða miðlaðar á ein meira nútíðarhátt, heldur Heiðrikur á Heygum.

Verkætlanin við at geva sagnir út í bók og at myndprýða tær er ikki komin á mál enn, og henni vantar fíggjarligan stuðul. Men Heiðrikur vónar, at bókin verður veruleiki í 2026.

 

1749422

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491

Meira um sama evni