Trump: Tolið við Iran er um at vera uppi

Trump: Tolið við Iran er um at vera uppi
Iran sigur, at verður USA við í álopum á landið, verður svarað harðliga aftur
Donald Trump, forseti, umhugsar, hvønn leiklut USA skal hava í stríðnum
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.06.2025 - 11:47

Iran og USA eru farin at hótta hvørt annað, nú Ísrael og Iran hava bumbað hvørt annað í seks samdøgur.

USA er sambært Reuters-tíðindastovuni í ferð við at senda flogfør til Miðeysturs, og Donald Trump, forseti, sigur, at tolið við Iran er um at vera uppi. Men forsetin sigur einki um, hvat hetta merkir.

Iran sigur, at verður USA við í álopum á landið, verður svarað harðliga aftur.

Bæði USA og Ísrael hava heitt á íbúgvarnar í Teheran, um at flýggja úr býnum.

 

Álopini halda fram

Aftur í nátt hevur Ísrael lopið á Iran. Herurin sigur, at m.a. er lopið støð, har uran verður ríkað, og sum kann nýtast til at gera kjarnorkubumbur.

Lopið er eisini á nakrar vápnagoymslur. 50 flogfør vóru við álopunum.

Iran hevur eisini sent rakettir móti Ísrael. Verjuskipanin hja Ísrael hevur skotið fleiri rakettir niður. Boðað er ikki frá skaða í nátt.

 

Umhugsar leiklutin

BBC og CBS News skriva, at Donald Trump umhugsar hvønn leiklut USA skal hava í stríðnum, serliga við atliti til at bumba støð, har kjarnorkubumbur kunnu verða gjørdar. Sagt verður tó, at ósemja er millum trygdarráðgevararnar hjá Trump.

Amerikanski forsetin sigur, at USA veit, hvar Ali Khamenei, iranski leiðarin er, og USA hevur ræði á Iranska luftrúminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928