Undirtøkan fyri HPV koppsetingum til børn og ung í Føroyum er ov lítil

Undirtøkan fyri HPV koppsetingum til børn og ung í Føroyum er ov lítil
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Heilsustýrinum
 
26.06.2025 - 18:05

HPV-koppsetingin verjir ímóti krabbameini, og har eru ov fá ið lata seg koppseta, vísir nýggj uppgerð hjá Heilsustýrinum.


HPV-koppsetingin hevur verið ókeypis tilboð til gentir í Føroyum í 16 ár, og hevur tilboðið síðani í 2019 eisini verið galdandi fyri dreingir.

 

Minkandi undirtøkan hevur stórar avleiðingar fyri arbeiðið frameftir at útrudda lívmóðurhálskrabba, sigur Katrin Eivindardóttir Danielsen, fulltrúi í Heilsustýrinum:

- Lívmóðurhálskrabbi kann verða útruddaður í Danmark um 10-15 ár, men tað er ikki galdandi í Føroyum, tí ov fá verða koppsett.

Hon leggur afturat, at tað eru foreldrini sum hava ábyrgdina av at børnini verða koppsett, og Heilsustýrið arbeiðir uppá eina áminningarskipan, fyri at bøta um undirtøkuna.

 

Hoyr samrøðu við Katrina Eivindardóttir Danielsen, fulltrúi í Heilsustýrinum:

1750990

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911