Færri ung lata seg koppseta fyri HPV

Færri ung lata seg koppseta fyri HPV
"Eg manglaði upplýsing", fortelur ein ung kvinna, sum ikki tók ímóti koppsetingini - og síðandi fekk staðfest HPV og kyknubroytingar
04.07.2025 - 19:24

"Eg minnist ikki, at vit fingu nógva upplysing um, hvat tað var til. Tað kann gott vera, at onkur hevur nevnt, at tað var fyri lívmoðurhálskrabba". 

Soleiðis byrjar søgan hjá einari ungari kvinnu, sum ikki vil standa fram við navni, men sum Kringvarpið kennir. 

Hon er av teimum, sum ikki lat seg koppseta, tá hon fekk tað bjóðað sum tannáringur. 

Nøkur ár seinni fekk hon staðfest HPV og kyknubroytingar, sum síðani merkti, at hon mátti undir skurð. 

Hon stríðist framvegis við HPV, sum inniber, at hon má kannast regluliga. Har aftrat, hevur tað merkt hana kropsliga líka síðan. 

"Tað, at tað hevur verið eitt inntriv í undirlivið, hevur gjørt, at eg seinni havi havt pínu. Ja, tað er ikki so lætt at vera saman við onkrum - og so eisini tað, at skula ganga og kanna meg hálva hvørt ár."

Minkandi undirtøka fyri HPV-koppseting 

Alsamt færri ung vera koppsett fyri HPV, vísir nýggj uppgerð hjá Heilsustyrinum. "Har sæst eitt sera stórt fall bæði hjá gentum og dreingjum", skriva tey millum annað. 

HPV-koppsetingin hevur til endamáls at fyribyrgja krabbameini. Til ber at lesa meira um HPV á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum: HPV-koppseting

Neyðugt er við meira upplýsing og atkomuligtheit. Nakað, sum hevur fingið fleiri at koppsett seg í londunum rundanum okkum, sigur Guðrið Andorsdóttir, sum er varastjóri í Heilsustýrinum. 

Venda vit aftur til ungu kvinnuna, heldur hon ikki, at upplýsingin í Føroyum hevur verið nøktandi. "Eg havi gjørt mær ómak at leita mær vitan - og tað er ikki nakað, sum eg havi fingið úr nøkrum føroyskum miðli ella lækna í Føroyum", sigur hon.

 

Gigni - Heilsufrøði til børn & ung - er ein av stovunum, sum hevur ábygd at upplýsa um heilsu og heilsuskipanir. Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221