Bjarki Hansen - Sangir úr mínum lívi

Bjarki Hansen - Sangir úr mínum lívi
Í sætta parti av útvarpsrøðini Sangir úr mínum lívi hittir Rúni Jákupsson sangaran Bjarka Hansen
Bjarki Hansen á Summarfestivalinum 2018
Mynd: Jens Kristian Vang  
 
10.07.2025 - 10:50

Bjarki Hansen er av navnframari tónleikarafamilju í Føroyum. Hann er sonur gittarúrmælingin Hans Karl Hansen og systkini eru Guðrið Hansdóttir og Fróði Hansen.

Tónleikur hevur eisini alt hann minnist verið í hansara lívi. Við hús hoyrdi hann pápan spæla gittar og mammuna syngja.
 

Ein lívslong ferð við tónleiki

Á barnaárum fór Bjarki upp í kórið Ung stjørnuskot hjá Sigrið Sivertsen. Tær mongu konsertirnar góvu honum hug at standa á palli.

Seinni var Bjarki við í Nósa barnaprix, og har bleiv hann næstfremstur tá avtornaði.

Higartil hevur hann sungið sangir, ið onnur hava skrivað. Eitt nú hava 'Tú angar so væl', 'Vár og Bjørt' og 'Tvørtur um rúmið' verið nógv spældir, men herfyri gav hann sítt egna lag út.

Ørskapur er heitið. Bjarki eigur lagið og Hans Jacob Kollslíð orðini. Helst verður hetta ikki tað einasta, sum kenur úr hansara hondum, sigur sangarin.
 

Á palli við síni fyrimynd

Bjarki Hansen kom veruliga á breddan herfyri, tá Bryan Adams, ið hevði konsert við Tjarnir, beyð honum óvæntað upp á pallin at syngja Straight From the Heart.

Kanadiumaðurin og stóra fjøldin vóru ógvuliga hugtikin av sangevnunum hjá unga føroyinginum.

Tá Bjarki var liðugur at syngja, gekk hann yvir til Adams og gav honum ein ordans muss á kjálkan.

- I really felt it. I felt something, segði Bryan Adams skemtandi aftaná.
 

Í dag klokkan 17 gevur Bjarki áhoyrarunum eitt innlit í sítt tónleikalív og greiður frá hví hesir sangir skulu spælast í sendingini:

Red Hot Chily Peppers - Around the World

Robbie Williams - Something Beautiful

Rasmus Seebach - Den jeg er

Elvis - If I Can DReam

Terji & Føstufressar - Ljóðmynd

Kim Larsen - Tik Tik

Lady Gaga and Bradley Cooper - Shallow

Hoyr sendingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817