- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stutt um Bitcoins
Bitcoin er eitt digitalt virtuelt gjaldoyra, sum ikki avhongur av nøkrum banka ella stati. Eingin eigur tað. Mann kann gjalda við tí, júst sum mann kann gjalda við myntum ella gjaldskorti – bara yvir altnótina. Sagt verður, at Bitcoin er gjaldoyrað, vit koma at nýta í framtíðini. Summi vilja vera við, at tað er tað størsta uppfinnilsi síðan alnótin.
Vit hava ikki sæð nakað til Bitcoins í Føroyum enn, men í Danmark hava fáar royndir verið við fyribrigdinum.
Hvussu fyrigongur skipanin so? Fyri at keypa tær eitthvørt, er fyrst og fremst neyðugt at hava ein Bitcoin brúkara/wallet. So keypir tú tær Bitcoins online, sum verða førdir víðari yvir í tín sokallaða ”wallet”, sum tú gjaldir úr.
Tú kanst senda pengar til einhvønn persón í heiminum uppá fá sekund, líka mikið hvar tú og viðkomandi eru staddir. Um tú skyldar onkrum í Australia pengar, er tað skjótt og bíligt at senda honum teir. Bitcoin hevur fyrimunin, at tú gjaldir minni enn eitt oyra í gebyr.
Fyri fyritøkur eru eisini fyrimunir. Tær kunnu taka ímóti gjøldum frá øllum heiminum uttan at gjalda byrjanargjøld, og tað gongur skjótt. Tú kanst ikki risikera svik, tí skipanin er tryggjað, og er heilt sikkur.
Sølubúðir, ið taka ímóti Bitcoins hava tað merkt við kassan. Tað verða fleiri og fleiri handlar við hesum, og tað er effektivt at keypa. Ekspedienturin tastar prísin inn, sum Bitcoin forritið umroknar til Bitcoins-kursin. So kemur ein QR-kota fram, sum tú skannar inn við tínari telefon. Herfrá kemur upphæddin á telefonina, og tá tú trýstir á góðkenn, verður upphæddin send til ekspedientin, og so er keypið liðugt.
Bitcoin er voksið nógv í virði uppá stutta tíð. Fyri tveimum árum síðan bar til at keypa eina Bitcoin fyri 87 amerikansk cent, og í dag er virðið hægri enn á 500 dollarum pr. stykki. Fleiri hava invisterað nógv í Bitcoin orsakað av stóra vøkstrinum.
Í morgin letur danska barrin The Jane upp fyri skipanini, skrivar Politiken. Har verður nú møguleiki hjá kundunum at keypa við Bitcoins.
Spurningurin er bara, nær føroyingar fáa møguleika at keypa inn við brúk at Bitcoins?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |