Headspacemiðstøð vónandi á veg

Headspacemiðstøð vónandi á veg
Arbeitt verður við at fáa eina Headspacemiðstøð til Føroya, men tað tekur tíð.
Súsanna Olsen er forkvinna í Sinnisbata
 
18.07.2025 - 22:21

Stendur tað til Sinnisbata, so skulu vit hava eina Headspacemiðstøð í Føroyum, sum kann hjálpa fólki við sálarligum avbjóðingum.

Tað sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata í samrøðu við Kringvarpið í dag.

Headspace er eitt landsdekkandi, fyribyrgjandi og mentalt heilsufremjandi tilboð frá sivilsamfelagnum til ung millum 12 og 25 ár, sum hava avbjóðingar við mentalu heilsuni. Talan er um ráðgeving á privatum plani, og er onkur, sum hevur brúk fyri professionellari hjálp, verður viðkomandi vístur til heilsuverkið.

Tað verður arbeitt við headspacemiðstøðini í Føroyum, men tað er enn nakað á mál, áðrenn tilboðið til børn og ung við sálarligum avbjóðingum kann byrja, sigur Súsanna Olsen, forkvinna.

Hon leggur afturat, at tilboðið fer ikki ígongd fyrr enn tey hava fingið stuðul frá almennum myndugleika til at fara ígongd. 

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum svar í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1754458

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040