3.500 krónur um mánaðin fyri lestrarbústað á Eirargarði

3.500 krónur um mánaðin fyri lestrarbústað á Eirargarði
Ætlanin er at gera 43 til 55 lestrarbýli av ymsum slag í bygninginum, har Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið halda til
Tvey stjórnarráð halda til í hesum bygninginum á Eirargarði í Havn, men nú er ætlanin at umbyggja hann til lestraríbúðir.
 
22.07.2025 - 08:41

Bygningurin, sum í dag hýsir Heilsumálaráðnum og Almanna- og mentamálaráðnum á Eiragarði í Havn, skal byggjast um og gerast til lestrarbústaðir. 

Ætlanin er at gera 43 til 55 lestrarbýli av ymsum slag í bygninginum, sum Bústaðir fáa ella leiga frá landsstýrinum fyri eina lítla upphædd. 

Bústaðir fara at umsita lestrarbústaðirnar, og vónin er, at leiguprísurin verður umleið 3.500 krónur um mánaðin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22072025_Lestraribudir

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672