Føroya banki 154 milliónir í avlopi eftir skatt fyrra hálvár

Føroya banki 154 milliónir í avlopi eftir skatt fyrra hálvár
Samtakið væntar, at úrslitið í ár verður millum 235 og 265 mió. kr. 
Góða gongdin hjá dótturfeløgunum í samtakinum og ein seldur bygningur eru orsøkin til góða úrslitið, sigur Føroya banki.
 
05.08.2025 - 08:07

Samtakið Føroya banki hevði eitt gott fyrra hálvár, sigur bankin í tíðindaskrivi.

Avlopið var 154 mió. kr. eftir skatt.

Og tað er betri enn upprunaliga væntað, sigur bankin.

Avlopið var 190 mió. kr. fyri skatt.

Góða gongdin hjá dótturfeløgunum og ein seldur bygningur eru orsøkin til góða úrslitið. 

Bankin hevur eisini fingið fitt burtur úr feløgum, sum hann eigur í.

Fíggjarstøðan hjá húsarhaldum og fyritøkum er sum heild góð, sigur bankin.

- Í fyrra hálvári vóru fáar umbønir um gjaldsskáar, og vit staðfestu fá trot og tap, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya banka.

 

 

Turið F. Arge er forstjóri í Føroya banka. 

 

Stórur eftirspurningur eftir bústøðum

Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur.

Í fyrra hálvári vóru 250 ognir alment til sølu.Tær vóru 215 í fyrra hálvári í fjør. 

Hóast útboðið er hækkað, er tað framvegis lítið sammett við eftirspurningin.

Ofta vera ognirnar seldar skjótt, sigur Føroya banki.

Útlánini vóru 9,7 mia. kr. í fyrra hálvári, realkredittlánini vóru 2,9 mia. kr. og innlánini 10,4 mia. kr.

Føroya banki væntar, at ársúrslitið verður millum 235 og 265 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425