UB40: ruggandi rytmurnar fingu fólk at dansa

UB40: ruggandi rytmurnar fingu fólk at dansa
UB40 featuring Ali Campell var stóra konsertin og høvuðsnavnið á Summarfestivalinum fríggjakvøldið, og ruggandi rytmurnar fingu eisini nakað av lívi í áhoyrarafjøldina
Ali Campbell koyrir tað heim á stóra palli.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.08.2025 - 20:42

Teir skuldi á stóra pall á Vágsbøi klokkan 22, men fyri veður bleiv konsertin hjá UB40 ft. Ali Campell framskundað til 20.30.

Fólk høvdu fingið boðini um broyttu skránna við. Á Vágsbøi hevði heilt fitt av fólki trunkað seg saman, at lurta eftir eyðkenda raggaetónleikinum hjá UB40.

Tað var javnan at forsangarin, Ali Campell, bað fjøldina larma: "Faroe Islands give some noice!". Áheitanir hansara fingu viðhald millum áhoyrarnar.

Mesti larmurin kom tó, tá stóru altjóða hittini sum til dømis "Red Red Wine", "Food for Tought" og "Can't Help Falling in Love", rungaðu í sirminum á Vágsbøi.

Móti endanum á konsertini byrjaði at regna.

 

Okkara myndamaður, Bárður Lydersen, fangaði løturnar á Vágsbøi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867