Senda hægst tvey starvsfólk á Heilsuskúla

Senda hægst tvey starvsfólk á Heilsuskúla
Í heimatæanastuni Nánd í Eysturkommunu fara tey helst at senda eitt, møguliga tvey starvsfólk, á Heilsuskúla við løn um árið. Tað sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri.
Heilsuskúlin í Suðuroy
 
09.08.2025 - 16:48

Í løtuni samráðist við fakfeløgini hjá Heilsuhjálparum, Heilsurøktarum og námsfrøðihjálparum, um hvussu heimatæanstan í hansara kommunu ætlar at brúka skipanina við løn undir útbúgving, tá samráðingarnarn bera á mál. 

Løgtingið hevur samtykt eina lóg, sum gevur hesum starvsbólkum møguleika at at fáa útbúgving við løn - væl at merkja, um tey hava ein sáttmála við ein arbeiðsgevara, sum í hesum førinum er kommunurnar. 

Heilsuskúlin hevur metnógvar umsóknir í ár, men í Eysturkommunu fara tey ikki at taka ein og hvønn av gøtuni, sigur Per Martin Gregersen.

 

1757461
 

Hóast løgtingið hevur samtykt at heilsuhjálparar, røktarar og námsfrøðihjálparar kunnu fáa útbúgving við løn, er ikki avgjørt hvat lønin skal vera. Tað er latið upp í hendurnar á kommununum og fakfeløgunum at finna út av.

Tað vísir seg at vera lættari sagt enn gjørt - og nú skúlin byrjar um hálva aðru viku er eingin semja um løn. Samráðingnarnar millum avvarandi fakfeløgini og Kommunala Arbeiðsgevarafelagi hevur ligið stilt í summarferiuni og verður væntandi tikið upp aftur í næstum.

Sambært lógini fáa kommunurnar upp til 80 prosent aftur frá landindum, sum tær rinda í løn til starvsfólk undir útbúgving.

 

1757462

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115