- Tíðindi, mentan og ítróttur
Visti tú av, at vit hava ein føroyskan háskúla?
Føroya Fólkaháskúli varð stovnaður í november mánaða í 1899 og helt til í leigaðum hølum í Klaksvík. Tað vóru Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, ið løgdu lunnar undir skúlabyrjanina. Í 1909 flutti háskúlin út í Hornabø í Tórshavn, og heldur hann enn til har.
Tey fyrstu trý áratíggjuni var Háskúlin einasta staðið, har fólkið kundi nema sær nágreiniliga vitan um føroyska málið, bókmentir og søgu. Eisini var tað her, guðstænastur vóru hildnar á føroyskum og við føroyskum sálmum.
Grundhugsanin handan háskúlarørsluna er at leggja tað bókliga til síðis og í staðin gera meira av tí kreativa. Stevna Háskúlans er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum, og byggir undirvísingin á tað kreativa, mennandi og upplýsandi, stendur at lesa á heimasíðu skúlans.
Skúlin bjóðar alskyns lærugreinar fyri øll, ið eru yvir 17 ára aldur. Millum annað skapandi skriving, klædnasniðgeving, træsmíð, framleiðslu av dokumentar- og stuttfilmi, tilevning og filosofi umframt felagstiltøk, evnisdagar og námsferðir. Eisini skipar skúlin fyri eftirføðingar- og seniorskeiðum.
Einastu reglugerðirnar á skúlanum eru, at tú skalt vera fylt/ur 17 ár, tá skeiðið byrjar, at tú møtir til undirvísing og felagstiltøk, og at friður er á skúlanum kl. 23-07.
Til ber at lesa meira um Føroya Fólkaskúla á heimasíðu teirra her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |