Erla Kongsdóttir røkir kalsoyarleiðina

Erla Kongsdóttir røkir kalsoyarleiðina
Meðan nýggj ferjulega verður gjørd á Syðradali, ber ikki til at flyta akfør millum Klaksvík og Syðradal
Erla Kongsdóttir røkir í løtuni siglinga millum Klaksvík og Syðradal.
 
11.08.2025 - 09:07

Meðan eingi akfør verða flutt í Kalsoynnna, siglir Erla Kongdóttir millum Klaksvík og Syðradal.

Og Ternan siglir millum Gomlurætt og Hest.

Nýggj ferjulega verður gjørd á Syðradali hesa vikuna.

Hon verður væntandi klár um eina viku.

Meðan hetta arbeiðið verður gjørt, er ikki møguligt at flyta akfør millum Klaksvík og Syðradal.

Allar akfarsbíleggingar íroknað eyka ferðandi í somu bílegging, verða strikaðar, og peningurin afturgoldin innan nakrar dagar, siga Strandfaraskip landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129