Søguligur fótbóltsdystur spældur í Stóru Dímun

Søguligur fótbóltsdystur spældur í Stóru Dímun
Spenningurin var stórur á bæði spælarum og áskoðarum, tá 87-meistaraliðið hjá TB og 89-meistaraliðið hjá B71 spældu fyrsta fótbóltsdystin í Stóru Dímun
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
12.08.2025 - 15:25

Um vikuskiftið var ein søguligur dagur í søgu Stóru Dímuns.

Á einum góðum teigi niðanfyri tyrlupallin blivu mál sett upp soleiðis, at fyrsti fótbóltsdystur nakrantíð kundi spælast í oynni. 

Tað vóru føroyameistaraliðini hjá TB frá 1987 og B71 frá 1989, ið møttust. 

 

Á liðunum vóru fleiri av størstu legendunum hjá feløgunum báðum, eitt nú Henrik Thomsen, Óli Johannesen og Eyðun Gullok Svalbard hjá TB.

Og Eli Hentze, Páll á Reynatúgvu, Róin Clementsen og sjálvandi Dímunarbóndin sjálvur, Jógvan Jón Petersen, frá B71. 

 

Tað serliga við meistaraliðunum hjá bæði B71 og TB frá ávikavist 1987 og 1989 var, at bæði liðini flutt niður í næstbestu deildina árið eftir, at føroyameistaraheitið var komið í hús. 

Karl Vidtfeldt, stigtakari, ásannaði, at tað var ein dreymur, ið gjørdist veruleiki, nú dysturin bleiv spældur um vikuskiftið. 

 

Hoyr innslag um søguliga fótbóltsdystin frá Summarmorgni her niðanfyri: 

Í innslagnum verður tosað við Karl Vidtfeldt, stigtakara, Jógvan Jón Petersen, bónda í Dímun, ið sjálvur spældi við meistaraliðnum hjá B71 í 1989, Tórður Holm, sum hevur samskipað fyri TB-ararnar, og Birgir Dimon, TB-ara.

 

1757609

 

Fyrsta mál og sjálvmál

Seks mans vóru inni á hvørjum liði í senn, og spælt varð tvær ferðir 15 minuttir.

TB kom á odda í fyrra hálvleiki, og tað var gamli liðskiparin Magni Petersen sum skeyt søguliga málið. B71 javnaði í seinna hálvleiki, tá TB gjørdi sjálvmál. 

Dysturin var steypadystur, og tí skuldi hann avgerarst.

Farið varð beinleiðis til brotssparkskapping.

 

Tá eydnaðist tað B71 at fáa eitt mál meira enn TB, og tí vunnu sandoyingar fyrsta skrásetta fótbóltsdystin í Stóru Dímun.

Sí eisini video-innslag um dystin her niðanfyri: 

20250812_NET_DIMUNARDYSTURIN

 

- Vit hava verið sera spent til henda dystin og hava lagt doyðin á, at alt skuldi ganga væl, sigur ein væl nøgdur Jógvan Jón Petersen í Dímun, sum sjálvur var málmaður hjá B71.

Tað var bóndakonan á Dímunargarðinum, Eva í Dímun, ið handaði steypið. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297