RagnarRokk hevur hildið summarfrí á KVF Ljóð

RagnarRokk hevur hildið summarfrí á KVF Ljóð
Málmhøvd hava ikki verið við sviðið soð, hóast RagnarRokk ikki hevur verið at hoyrt í útvarpinum í summar. Tríggjar samrøður eru lagdar út á KVF Ljóð um vikuna í summar
 
15.08.2025 - 12:20

Hóskvøld eru vanliga rokk- og tungmálmskvøld í útvarpinum, tí tá er RagnarRokk á skránni. 

Men í summar hava málmhøvdini her á landi til fánýtis stilla inn á útvarpið á lurtinum hóskvøld, tí RagnarRokk hevur verið í summarfrí, eins og flest allar aðrar fastar útvarpssendingar.

Hóast væl umtókta sendingini ikki hevur verið á útvarpsskránni í summar, so hava føroysk málmhøvd ikki verið við sviðið soð.

 

Tríggjar samrøður um vikuna

Hvørja viku, ið RagnarRokk hevur ligið í dvala, eru tríggjar samrøður við rokk- og tungmálmstónleikarar lagdar út á RagnarRokk á KVF Ljóð

Samrøðurnar eru fyri tað mesta við bólkar, ið eru aktuellir við nýggjum útgávum.

Nevnast kunnu svensku bólkarnir Katatonia, Haunted, Alien, Candlemass og the Flower Kings.

 

Frá Japan til Nýsæland og Týskland

Samrøður eru eisini við fremsta japanska rokkbólkin Man With A Mission, nýsælendska tungmálmsbólkinum Alien Weaponry, bassleikaran í Shindown, Eric Bass, sum er aktuellur við fyrstu soloútgávu síni, fyrrverandi trummusláaran í Scorpions, Herman Rarebel, og oddamannin í The Almighty, Ricky Warwick.

Á síðuni hjá RagnarRokk á KVF Ljóð liggja eisini samrøður við Alestorm, Fallujah, Sanhedrin, Envy Of None, Tetrarch, Funeral og Onslaught.

RagnarRokk var eisini á Copenhell, stóra tungmálsfestivalinum í Keypmannahavn, og burtur úr tí er komin ein longri reportaga.

 

SÍ EISINI: Samrøða við Robert Westerholt og Ruud Jolie frá Within Temptation á Copenhell

 

Saxon, Halloween og Suede í vetur

Fyrireikiningarnar til RagnarRokk í vetur eru í hæddini, og fleiri samrøður við bólkar og einstaklingar eru longu komnar í kassan.

Nevnast kunnu Saxon, Sodom, Helloween, Warlords, Udo Dirkschneider, Blaze Bayley, Dennis Dunaway, trummusláaran hjá Alice Cooper, Primal Fear, Amorphis, Baest og Suede. 

 

Hvat: RagnarRokk
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hóskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

RagnarRokk er eisini á Facebook

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345