KÍ ongar evropeiskar timburmenn

KÍ ongar evropeiskar timburmenn
KÍ vann tryggan sigur á B36 í Havn, meðan NSÍ, sum spældi mestsum allan dystin ímóti Víkingi við 10 monnum, kortini fekk bjargað sær 3-3 javnleik
Páll Klettskarð skoraði eitt av teimum trimum KÍ-málunum í sigrinum á B36
Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag  
 
18.08.2025 - 20:21

KÍ vísti ongi tekin upp á evropeiskar timburmenn, tá teir fóru undir aftur føroysku landskappingina mánakvøldið.

Klaksvíkingar máttu takka fyri seg í Conference League í farnu viku, tá teir taptu ímóti Neman Grodno eftir brotssparkskapping, men mánakvøldið reistu teir seg við tryggum 3-0 sigri á B36 í Gundadali.

Hallur Hansson, Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg skutu málini í sigrinum, sum ger, at KÍ er átta stig frammanfyri HB í bestu mansdeildini. 

Tað sá ikki gott út hjá NSÍ, tá Lars Markmanrud sá reytt longu í 3. minutti av dystinum ímóti Víkingi í Sarpugerði, og Jørgen Nielsen umsetti brotsspark til mál.

Runavíkingar reistu seg kortini í stórum stíli. Klæmint Olsen javnaði í 56. minutti og beint eftir legði Michal Przybylski NSÍ framum. Uppaftur betri gjørdist tað hjá teimum gulu, tá Klæmint Olsen skoraði til 3-1 í 71. minutti.

Víkingur gav kortini ikki skarvin yvir, og tryggjaðu sær javnleikin við málum frá Ragnari Skála og Martini Klein. NSÍ er nú tvey stig aftanfyri HB, meðan Víkingur er nummar fýra níggju stig aftanfyri runavíkingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391