Géza Dávid Turi móti Manchester United

Géza Dávid Turi móti Manchester United
Í annaðkvøld skal spælir Grimsby Town móti Manchester United í 2. umfari í Carabao Cup. Higartil hevur okkum vitandi bara ein føroyingur spælt móti Manchester United
Géza Dávid Turi í dysti fyri Grimsby Town
Mynd: Grimsby Town  
 
26.08.2025 - 17:08

Tað er ikki smávegis mótstøða, sum Grimsby Town hevur fingið í lítlu steypakappingini í Onglandi, Carabao Cup. Grimsby Town skal nevniliga møta Manchester United. Dysturin verður á Blundell Park í Grimsby Town og tað er útselt til dystin.

Grimsby Town keypti í januar mánaði í ár Géza Dávid Turi. Tað ljóðar, at prísurin var 650.000 krónur, umframt at Víkingur fær 20 prosent av eini víðari sølu. Tað gekk strilti at fáa spælitíð, men seinastu dystirnar hevur hann verið á vøllinum. Um vikuskiftið fekk hann fyrsta dystin frá byrjan í League Two, sum fjórðbesta deildin í Onglandi eitur.

Spurningurin er so, um tað er eitt tekin um, at hann byrjar inni í annaðkvøld, ella um tað var ein telving, ið skal spara ein annan miðvallarar, ið nú skal spæla móti Manchester United. Tað fáa vit svar upp á í annaðkvøld klokkan 20. TV3 Max vísur dystin.

 

Hevur spælt móti United

Okkum vitandi, er tað bara ein føroyskur spælari, sum hevur spælt móti besta liðnum hjá Manchester United. Tað er Meinhard E. Olsen, sum í juli 2019 spældi venjingardyst móti Manchester United á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Venjari tá var norski Ole Gunnar Solskjær.

 - Eg kendi hann eitt sindur, tí eg spældi saman við soninum á næstbesta liðnum hjá Kristiansund. Eftir dystin kom hann at tosa við meg og spurdi um fyrsta landsdystin hjá mær, sum var móti Spania stutt frammanundan, minnist Meinhard E. Olsen afturá.

Meinhard E. Olsen gjørdi nógv fyri at fáa eina mynd saman við Juan Mata, tí hann var fyrrverandi spælari hjá Chelsea, sum føroyski landsliðsspælarin heldur við. Tað er tó eitt annað minni, sum stendur enn sterkari.

 - Tað eydnaðist mær at gera eina lekkra tunnel móti Diogo Dalot, men teir vunnu 1-0. Juan Mata filmaði seg til eitt brotsspark, sigur Meinhard E. Olsen við einum brosi.

 

Meinhard E. OIsen ger tunnel móti Diogo Dalot

 

Tann dagin vóru um 26 túsund áskoðarar. Tað verða nakað færri til dystin í annaðkvøld. Blundell Park tekur beint yvir níggju túsund áskoðarar.

Annars hevur Gunnar Nielsen siti á bonkinum fyri Manchester City í dysti móti Manchester United. Tað var vikuna undan, at fyrrverandi landsliðsmálverjin kom á vøllin í dysti móti Arsenal. Jóan Símun Edmundsson hevur spælt móti eykaliðnum hjá Manchester United, sum tann dagin hevði millum annað Paul Pogba á liðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297