Jonas Nielsen verður tekniskur stjóri í FSF

Jonas Nielsen verður tekniskur stjóri í FSF
Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Jonas Nielsen um at gerast tekniskur stjóri í FSF. Tekniski stjórin er ítróttarligi leiðarin í FSF
Tað verður Jonas Nielsen, ið avloysir Pætur Smith Clementsen sum tekniskur stjóri í FSF
Mynd: Brynhild Absalonsen  
 
01.09.2025 - 12:32

Tað verður 42 ára gamli Jonas Nielsen, sum kemur úr starvi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, ið verður nýggjur tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum. 

 

Hann hevur síðani 2022 verið akademi- og ítróttarstjóri í KÍ, har hann hevur havt dagligu leiðsluna av ítróttarliga virkseminum hjá felagnum. Hann hevur millum annað hevur verið við til at menna og íverkseta strategi felagsins.

 

– Tíðin í KÍ hevur verið ógvuliga góð og lærurík. Vit hava arbeitt strategiskt og sett okkum greið mál, sum vit hava rokkið. Uppgávan sum tekniskur stjóri í FSF verður tó eitt sindur øðrvísi, nú vit skulu menna tey føroysku feløgini, sigur Jonas Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tekniski stjórin er ítróttarligi leiðarin í FSF og hevur sum fremstu uppgávu at standa á odda fyri fótbóltsmenningini í Føroyum.

 

– Føroyskur fótbóltur er mentur nógv hesi seinastu árini, og eg haldi, at vit gera tað gott innan flestu økir. Eg síggi tó fleiri møguleikar at menna okkum enn meira. Sambandið við feløgini skal gerast enn betri, og so skulu vit eisini menna munagóð elitu-tilboð til okkara bestu leikarar. Hetta eru millum fyrstu evnini, sum vit fara at taka upp í fótbóltsdeildini, sigur Jonas Nielsen.

 

Nýggi tekniski stjórin í FSF hevur UEFA A prógv, og tekur í løtuni venjaraskeiðið UEFA Elite Youth A. Jonas Nielsen loysir Pætur Smith Clementsen av, sum hevur verið tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya seinastu tíggju árini. Jonas Nielsen byrjar í starvinum um hálvan oktobur, skrivar Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809