Atli sleppur at spæla til kappingarenda

Atli sleppur at spæla til kappingarenda
Hjálparvenjarin hjá manslandsliðnum í fótbólti og liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, sleppur at spæla til kappingarenda
Atli Gregersen hevur fingið loyvi frá FSF at spæla til kappingarenda
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
01.09.2025 - 15:46

Atli Gregersen sleppur at spæla við Víkingi til kappingarenda.

Hjálparvenjarin hjá manslandsliðnum í fótbólti og liðskiparin hjá felagnum úr Eysturkommunu hevur fingið loyvi frá Fótbóltssambandinum at spæla teir síðstu sjey dystirnar hjá Víkingi í ár. Tað váttar formaðurin í FSF, Christian Andreasen, fyri Kringvarpinum.

Hetta hendir, eftir at Víkingur sendi eina áheitan til FSF um at síggja burtur frá átekning í hjálparvenjarasáttmálanum, sum sigur, at Atli Gregersen skal gevast sum aktivur spælari, tá Víkingur er útsligið úr evropeiskum fótbólti ella í seinasta lagi 31. august. 

LES EISINI: Ósemja um Atla Gregersen

Sambært Faroesoccer hevur 43 ára gamli Atli Gregersen spælt 587 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi og 59 landsdystir. Seks landskappingardystir eru eftir umframt finaluna um Løgmanssteypið, sum Víkingur skal spæla ímóti KÍ 31. oktober.

Føroyar spæla ímóti Kroatia og Gibraltar ávíkavist 5. og 8.september, og næsti dysturin hjá Víkingi verður mánakvøldið 15. september ímóti KÍ.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083