Løgmaður væl nøgdur við veljarakanningina

26.11.2013 - 09:32
InnlendisPolitikkur
Løgmaður væl nøgdur við veljarakanningina
Hóast Sambandsflokkurin hevur sitið við ábyrgd og tikið ópopulerar avgerðir, er flokkur næststørstur, vísir Kaj Leo Holm Johannesen á

Løgmaður, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum, er væl nøgdur við veljarakanningina, sum varð kunngjørd í morgun.


Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at hóast samgongan missir meirilutan, stendur 17-16 í tingmannatali, og tað er lítil munur, tá hugsað verður um politiska ófriðin, sum hevur verið seinastu mánaðirnar, sigur hann.


Løgmaður sigur, at Sambandsflokkuirin er næststørsti flokkur, hóast hann hevur sitið við ábyrgd í fleiri ár, og hevur tikið ópopulerar avgerðir.


Hann sigur, at samgongan hevur vent gongdini, og tá so er, plagar Tjóðveldi at hava góðan byr í veljarakanningum, og tað verður aftur staðfest hesaferð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.


Hoyr løgmann gera viðmerkingar til veljarakanningina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360