Eftirlýstu kvinnurnar eru systrar

Eftirlýstu kvinnurnar eru systrar
Suðurkoreisku kvinnurnar, sum blivu burur við Trælanýpuna týsdagin, eru systrar, og høvdu ikki ferðaseðil úr aftur Føroyum
Upplýsingar frá fartelefonunum hjá kvinnunum vísa, at tær seinast vóru við Trælanípuna týsdagin 2. september
 
07.09.2025 - 14:17

Tær komu við Atlantsflogi úr Barcelona mikudagin 27. august og blivu burtur týsdagin 2. september. Sambært løgregluni høvdu tær ikki ferðaseðil úr aftur Føroyum.

Tí útilokar løgreglan ikki, at tær eru blivnar burtur við vilja.

Løgreglan í Føroyum hevur verið í sambandi við Suðurkoreiskar myndugleikar gjøgnum Sektion for International Informationsudveksling hjá Ríkisløgregluni. Millum annað er løgreglan áhugað í at vita meira um sálarstøðuna og sosialu umstøðurnar hjá báðum kvinnunum. Men higartil hevur ikki borið til at fáa aðrar upplýsingar enn, at talan er um systrar.

Løgreglan kannar framvegis málið og arbeiðir út frá, at talan kann vera um eitt óhapp ella, at kvinnurnar eru blivnar butur við vilja.

68 ára gamli meksikanarin, sum bleiv burtur á sama stað mikudagin 3. september, er framvegis ikki funnin. Løgreglan sigur, at hann hevði ferðaseðil heim aftur, og at hann hevur vitjað í Føroyum áður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391