Tyler Robinson handtikin fyri drápið á Charlie Kirk

Tyler Robinson handtikin fyri drápið á Charlie Kirk
"Vit hava hann," staðfesti Spencer Cox, guvernørur í Utah á tíðindafundi, nú FBI hevur handtikið 22 ára gamla Tyler Robinson fyri drápið á politiska aktivistin, Charlie Kirk
22 ára gamla Tyler Robinson er handtikin, tí hann er undir illgruna fyri at hava dripið Charlie Kirk
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.09.2025 - 16:07

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur handtikið 22 ára gamla Tyler Robinson fyri drápið á politiska aktivistin, Charlie Kirk.

Tað segði Spencer Cox, guvernørur í statinum Utah, á tíðindafundi fyri lítlari løtu síðani. 

Guvernørurin segði, at tað vóru familjulimir hjá 22 ára gamla gerningsmanninum, sum vendu sær til løgregluna.

 

11.000 áheitanir

FBI hevur fingið fleiri enn 11.000 áheitanir frá fólki í sambandi við drápsmálið, og kanningararbeiðið heldur fram sigur samveldisløgreglan.

Drápið á Charlie Kirk hendi á einum politiskum kjakfundi framman fyri fleiri túsund fólkum á universitetinum í statinum Utah fyrradagin.

Sambært myndugleikunum var gerningsmaðurin staddur á tekjuni á einum bygningi, okkurt um 200 metrar frá Charlie Kirk. Hann brúkti eina riflu at skjóta við.

Her sæst videoupptøka av drápsmanninum, ið flýggjar frá staðnum. 

 

20250912_NET_USA_DRAPSMADUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115