- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIT eru aftur við nýggjum sendingum í barnasjónvarpinum- og útvarpinum

Nú byrjar vetrarskráin av álvara í barnasjónvarpinum og -útvarpinum. Nýggjar sendingar eru bæði á skíggjanum og í oyrunum.
Alt tilfarið er tøkt í VIT-appini og á KVF VIT Ljóð.
Snipp Snapp
Mikukvøldið byrjaðu nýggjar Snipp Snapp-sendingar í barnasjónvarpinum. VIT hava verið í Fuglafjarðar skúla og filmað 11 nýggjar Snipp Snapp-sendingar. Børn, sum ganga í 2. flokki í Fuglafjarðar skúla, eru vertir hvørt mikukvøld, til nýggi jólakalendarin Snæfall 2 byrjar í desembur. Í Snipp Snapp eru eisini 11 spildurnýggir partar av Labbaliðnum.
Labbaliðið
Nú eru 11 spildurnýggir partar av Labbaliðnum í VIT-appini. Labbaliðið skal finna lítlu Fípu, sum er rýmd úr sirkustokinum. Fílamamman er so stúrin og fer at leita eftir síni Fípu. Nú renna tveir ørkymlaðir fílar runt í Ævintýravík. Hønina er horvin, og Vælvild borgarstjóri biður Labbaliðið hjálpa sær at finna dýrabaru taskuhønu sína. Leitingin má ganga skjótt, tí tær báðar skulu verða vertir í Halló, Ævintýravík. Nú kunnu vit gleða okkum at síggja fleiri partar í VIT-appini.
Les Vimús
Í barnasjónvarpinum fríggjakvøldið klokkan 18.30 verður 1. partur av Les Vimús. Vit kenna øll fittu músina Vimús frá væl umtóktu sendingunum um Vinus og Vimús. Í 1. parti í Les Vimús fara Anna Kristin Bæk og Vimús at práta, og síðani fer Anna Kristin at lesa bókina Paulina og suttan.
Inni í holuni hjá Vimúsi eru nógvar bøkur, ja, eitt heilt músabókasavn. Vimúsi dámar væl at lesa søgur. Og eisini at siga frá søgum. Og Vimúsi dámar eisini at lurta eftir søgum. Og tí tímir Vimús væl at fáa vitjan. Ein søguvitjan er altíð góð. Ein søguvitjan er soleiðis, at ein lesur søgu, og hin lurtar eftir søguni - altso, ein lesur, og Vimús og øll hini lurta. Sjónvarpsstovan er eitt rúm við hillum og bókum. Eitt hugnaligt rúm, har gott er at sita við nógvum bókum - hugnaligt hjá bæði børnum og vaksnum, stórum og smáum. Tað er næstan sum at fara at vitja Vimús í einum músabókasavni. Upptøkurnar eru gjørdar við tí, sum vit kalla green-screen. Snilt.
Hvat gera tit?
Í sendingini Hvat gera tit? fara vit at undrast saman við Villiami og Nikláa.
Við morgunmatarborðið eru óteljandi spurningar, sum Villiam og Niklái kjakast um - teir eru ikki altíð samdir. Tí er gott, at Villiam eigur eina súkklu, so at teir kunnu fara út og fáa svar. Fleiri áhugaverdir spurningar verða settir, so sum hví skulu vit busta tenn hvønn dag? Kann eitt livandi ljós brenna eini hús? Eru tað fleiri postboð í Føroyum? Kunnu kettur eta sjokolátu?
Vitello, Mórugøta og Betri vinir
Barnaútvarpið var aftur at hoyra fyrstu viku í septembur. Øll vóru fegin at hoyra nýggjar partar av væl umtókta útvarpsleikinum um tey í Mórugøtu - útvarpsleikurin í 5 pørtum fekk heitið Kom og renn! og til ber at lurta á VIT-Ljóð. VIT hava varpað ljós á verkætlanina Betri vinir, og VIT hava verið í grunddeildini í Glyvra skúla. Vit hava hoyrt um, hvussu tey gera, tá ið tey hava tíma um Betri vinir, og hvussu tað var, tá ið hennara hátign Mary drotning vitjaði Glyvra skúla. Mary drotning hevur verið við í hesi týdningarmiklu verkætlan, sum snýr seg um, at øll børn skulu kenna seg trygg í góðum felagsskapi í gerandisdegnum. Hesa vikuna er Vitello í barnaútvarpinum. Vitello er farin í skúla, og vit hoyra um fyrsta skúladag, matpakkar, fríkorter og mangt mangt annað. Kom og lurta á VIT-ljóð.











