Brellbiti: Hesar dokumentararnar sendir sjónvarpið í heyst

Um KVF
Brellbiti: Hesar dokumentararnar sendir sjónvarpið í heyst
Stjørnusangarar, stjørnufrisørar og Michelin-stjørnu-matstovur stjórna nakrar av hóskvøldssendingunum, sum sjónvarpið sendir í heyst. Her er eitt samankók.
 
17-09-2025

Set kross í kalendaran 2. oktober.

Tá fer fyrsti hóskvøldsdokumentarurin á sjónvarpsskíggjan. Hann snýr seg um Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen og hennara ferð í summar til Basel, har Eurovision varð hildið.


Síðani kom sendingarnar sum perlur á snóri hvørt hóskvøld í heyst.


Úr rúgvuni kunnu nevnast nýggir partar av Mett fyri minni og Heim kæra heim. 


Harumframt leggur dokumentartoymið seinastu hond á portrettsendingar um skaldið Christian Matras, kokkin Poul Andrias Ziska og frisørin Ann Leivsgarð


Eisini kann nevnast ein sending um kvinnur, sum doyðu í barsilssong og ein sending um nógv umrøddu føroysku troyggjuna, sum varð funnin í eini goymslu í Onglandi.


Her er eitt samankók av nøkrum av dokumentarunum:

REY04288_Reyp_dokumentar_standard

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980

Um kvf css