Skiftið: Vælkomin heim

Skiftið: Vælkomin heim
'Skiftið' er poddrøð um skiftisárini – eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum. Triði partur er í útvarpinum í dag
Triði partur av Skiftinum er í útvarpinum í dag klokkan 17.05. Finn allar partarnar á kvf.fo/ljod/sending/skiftid
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.  
 
30.09.2025 - 08:50

Skiftið er poddrøð í 9 pørtum um skiftisárini hjá kvinnum. Tíðin, sum kann vera buldraslig og kaotisk hjá nógvum kvinnum. Vit tosa við serfrøðingar, og føroyskar kvinnur siga frá sínum hugsanum og upplivingum við skiftisárum.

Triði partur er í útvarpinum í dag klokkan 17.05 og eitur 'Vælkomin heim'. Tú finnur allar partarnar í røðini her. 


Kvinna, vælkomin heim

Tað eru ikki bert vansar, sum fylgja við skiftisárum, tí nógvar kvinnur fáa eyka dirvi til at siga sína hugsan og liva lívið, soleiðis sum teimum hóvar best. Tíðin, har børnini fóru við bróðurpartinum av orku og innihaldi er av, og tolið við roksi og uttanumtosi er uppi.

Vælkomin til the age of no bullshit.

- Tá vit eru smágentur og gentur eru vit rættiliga kompromisleysar, og vit hugsa ikki so nógv um tað, onnur siga og halda, sigur Marianna Vang Simonsen, sum í longri tíð hevur undirvíst kvinnum í skiftisárum. Hon heldur fram við at greiða frá árunum, har vit handla út frá tí, sum onnur halda, at vit skulu gera, fyri síðan í skiftisárum at koma aftur til hesa smágentuna, sum legði líka í, hvat onnur hildu og søgdu.

Umsorganarhormonið, sum hevur elvt kvinnum til at taka sær av øðrum, dalar nú í kroppinum, og kvinnan byrjar at hyggja at sær sjálvari og sínum lívi aftur.


Skiftisárini eru eitt paradoks

Broytingar henda í kvinnukroppinum og -heilanum, og orkan kann fara at bila, tí hormonbroytingarnar krevja ómetaliga nógv:

- Tað krevur nógva orku at fara frá at vera fertil til ikki at vera fertil longur. Eins nógva orku, sum tað kravdi at fara frá at vera ikki fertil til at vera fertil.

Tey flestu vita, hvussu nógv tannáringar sova í broytingartíðini, sum puberteturin er, og Marianna minnir á, at vit eisini mugu geva okkum sjálvum ta hvíld og umsorgan, skiftisárini krevja, tí broytingarnar eru eins umfatandi og hjá tannáringunum. 

- Hevur tú brúk fyri at fáa tær ein lúr, jamen so legg teg eina løtu, líkamikið, hvat onnur siga um tað, leggur hon afturat.

Urd Johannesen, Jana Mortensen og Kristina Gry Berg eru í panelinum, sum hugleiðir um tað, sum Marianna segði, og tær kenna seg aftur í tí, sum Marianna sigur um broytingina, sum merkist bæði í kroppi og sinni.

Tað er eitt paradoks, at kvinnur koma heim aftur til sín sjálvs, samstundis sum tað kennist sum ókent land, tí tú hevur nú tíð til at taka tær betri av tær sjálvari, samstundis sum flýggjandi hormonirnar skapa ruðuleika í lyndi, sinnalagi og likami.


Hvat: Skiftið
Hvar: 
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084