Føroyameistararnir sigraðu í fyrsta umfari

Føroyameistararnir sigraðu í fyrsta umfari
Føroyameistararnir hjá bæði kvinnum og monnum løgdu fyri við sigri, tá bestu flogbóltsdeildirnar byrjaðu aftur um vikuskiftið
Fleyr vann føroyameistaraheitið í fjør, og hóast felagið hevur mist góðar spælarar, er ætlanin at kappast um bæði FM og steypagull í ár
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
22.09.2025 - 09:33

Verandi føroyameistararnir Fleyr og Mjølnir vunnu sínar dystir, tá landskappingarnar í flogbólti hjá bæði kvinnum og monnum byrjaðu aftur um vikuskiftið.

Í Hotel Djurhuus-deildini, sum er besta deildin við kvinnum, tók Fleyr ímóti Mjølni, sum vann finaluna í steypakappingini í fjør á júst Fleyr. Hesa ferð var havnarliðið kortini stinnari, og vann dystin 3-1, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Fleyr hevur mist bæði Anju Danielsen (SÍ) og Thirzu Lindu Becerra (Mjølnir), men ætlar sær kortini at kappast um bæði FM og steypagulli.

Rajko Petrovic er aftur við róðrið hjá SÍ, sum eisini hevur fingið Anju Danielsen vestur. Sørvingar vunnu eisini á KÍF í Kollafirði í fyrsta umfari, har dysturin endaði 3-1. Triði dysturin var á Tvøroyri, har Dráttur fekk oyruni í maskinuna. Heimaliðið vann tryggan 3-0 sigur.

 

Mjølnir aftur FM-favorittur

Hjá Polestar-deildini var Mjølnir sannførandi á útivølli ímóti Fleyr. Jóhan Arni Elisson Wang er farin aftur til Klaksvíkar úr júst Fleyr, og tí mugu norðingarnir aftur í ár metast sum favorittar at vinna FM-heitið.

Teir báðir póllendingarnir, sum spældu við SÍ í fjør, vera ikki við í ár, og ímóti ÍF var Hjørtur Joensen heldur við í heldur smala SÍ-hópinum, sum bert taldi sjey mans. Tað sást kanska aftur í Fuglafirði, har heimaliðið vann 3-1.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860