Akademikarafelagið: Aðalstjóri var hóttandi

Akademikarafelagið: Aðalstjóri var hóttandi
Akademikarafelagið hevur kært aðalstjóran í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum fyri hóttandi atburð á fundum um vánaliga trivnaðin á Sernámi, sum endaði við at stjórin var koyrd
Tað gekk so hart fyri seg á fundum í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum millum aðalstjóran og aðalskrivaran í Akademikarafelagnum, at AKF avgjørdi at kæra aðalsstjóran fyri hóttandi atburð.
 
22.09.2025 - 13:23

"Tað eigur ikki at koma fyri, at fólk sum koma inn í aðalráðið á fund, verða útsett fyri slíkari niðrandi og hóttandi atferð, sum aðalskrivarin og fundarfólkið annars upplivdu á fundinum tann 19. juni og aftur tann 9. juli í 2025."

Tað skrivar Akademikarafelag Føroya (AKF) millum annað í eini fráboðan til landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, eftir at hava verið á fundi við aðalstjóran tann 19. juni og 9. juli í ár. 

Málið endaði á borðinum hjá løgmanni, sum avgjørdi ikki at gera meira við tað, millum annað tí aðalstjórin hevði biðið um umbering.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í málið.

 

Akademikarafelagid_kaert_adalstjora

 

Arbeiðsumhvørvið á Sernámi

Álitisfólkini á Sernámi høvdu vent sær til aðalráðið við kærum um arbeiðsumhvørvið á Sernámi, og tað var í hesum høpi, at fundirnir vóru hildnir. 

Men á fundinun var aðalstjórin óvanliga óhøviskur móti aðalskrivaranum í AKF.

Sambært fráboðan til landsstýrismannin, so var aðalstjórin niðrandi og hóttandi á fyrra fundinum, og á tí seinna fundinum útihýsti hann tilvitað aðalskrivaran við bara at venda sær til hini fundarfólkini.

 

Poul Geert Hansen er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Óbehagiligt

"Hetta var ein óbehagilig støða fyri øll, sum vóru á fundinum, og vit vóru øll kløkk av atferðini hjá aðalstjóranum. Aðalskrivarin og formaðurin hava ikki áður upplivað slíka viðferð,"  skrivar Arni Petersen, formaður í AKF, til aðalráðið.

Í fráboðanini verður greitt frá, at Akademikarafelagið hevur eitt starvsfólk. Tað er aðalskrivarin. Tað er hon, sum samskiftir og umboðar limirnar í samráð við nevnd og formann. 

Undan fundinum var avtalað, at tað var aðalskrivarin, sum skuldi føra orðið. Undir fundinum gjørdist tó greitt, at tað dámdi ikki aðalstjóranum í Barna- og utbúgvingarmálaráðnum. 

 

Niðrandi samskiftisháttur

Í skrivinum frá Akademikarafelagnum stendur millum annað:

"Hetta fall ikki í góða jørð hjá aðalstjóranum. Aðalstjórin brúkti ein sera niðrandi samskiftishátt, har hann stardi eftir aðalskrivaranum og var týðiliga óður, tá aðalskrivarin setti spurnatekn við nøkur viðurskifti og gjørdi vart við álvaran í málinum. Millum annað segði hann - í einum beiskum og óhøvuligum tónalagi og hóttandi kropsmáli: 'Tú spyrt so nógv, so hvat er títt boð upp á at loysa trupulleikan?'"

Á seinna fundinum tann 9. juli var greitt frá byrjan, at aðalstjórin útihýsti aðalskrivaran, tá hann tosaði. Hann tosaði beinleiðis við hini fundarfólkini, meðan hann ignoreraði aðalskrivaran. 

Kropsmálið bar boð um, at leikluturin og nærveran hjá aðalskrivaranum ikki vóru virðilig í hansara eygum, skrivar AKF, sum eisini sigur, at aðalskrivarin var týðiliga skelkað av hendingi. 

 

"Sigur tú, at eg lúgvi?"

Eina ferð á fundinum gjørdi aðalstjórin eitt hopp upp úr stólinum av berari øði, meðan aðalskrivarin bar eitthvørt sjónarmið fram. Hann peikaði yvir á formannin í AKF við ynski um, at formaðurin setti aðalskrivaran upp á pláss.

Stemningurin broyttist, og álitisfólkið frá Sernámi, sum eisini er sálarfrøðingur, koyrdi hondina upp og spurdi, hvat hendi har?

"Hetta var ein óbehagilig støða fyri øll, sum vóru á fundinum, og øll blivu sera kløkk," stendur í skrivinum til landsstýrismannin.

Eisini var ein misskiljing millum partarnar, sum endaði við, at aðalstjórin rópti eftir aðalskrivaranum: "Sigur tú, at eg lúgvi?"

Aðalstjórin og fulltrúin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum høvdu ikki lisið tær viðmerkingar, sum álitisfólkini høvdu sent sum uppfylging til uppskot um ætlanina frá nú frákoyrda stjóranum á Sernámi. Hetta hildu fakfeløgini annars var grundarlagið undir fundinum. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, ger ikki meira við málið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgmaður ger ikki meira við málið

Eftir teldupostin frá AKF til landsstýrismannin skrivar aðalstjórin, at hann er greiður yvir, at hann er lopin framav, men at tað er hansara fatan, at aðalskrivarin í AKF var rættiliga ágangandi. 

"Hon tók orðið av starvsfólkunum á fyrra fundinum, so tey ikki komu til orðanna, sigur aðalstjórin. Men, sum sagt, so ásanni eg, at eg ikki uppførdi meg, sum eg skuldi, og bað um orsaka. Aðalskrivarin bleiv týðuliga skelkað, sum eg eri keddur av. Tað skal ikki endurtaka seg," skrivar aðalstjórin millum annað.

Av tí at løgmaður er setanarmyndugleiki hjá aðalstjórum, endaði malið á borðinum hjá Akseli V Johannsen, sum valdi ikki at gera meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167