Stóra Bretland er til reiðar til sambrest við russisk stríðsflogfør

Stóra Bretland er til reiðar til sambrest við russisk stríðsflogfør
Stóra Bretland og NATO eru til reiðar til samanbrest við russisk flogfør, um tað verður neyðugt. Tað sigur bretski uttanríkisráðharrin Yvette Cooper.
Yvette Cooper
Mynd: Spencer Platt/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.09.2025 - 19:22

Stóra Bretland og NATO eru til reiðar til samanbrest við russisk flogfør, um tað verður neyðugt. Tað segði bretski uttanríkisráðharrin Yvette Cooper á ST fundinum seinnapartin í dag, sambært Sky News. 

 

- Við Putin foreta sigi eg: Skilaleysu atgerðirnar hjá tær økja um vandan fyri beinleiðis vápnaðum samanbresti millum NATO og Russland. NATO er ein verjusamgonga, men lat ongan iva vera um, at vit eru til reiðar at taka øll stig fyri at verja NATO loftrúm og landaøki.

 

- Vit eru alvakin. Vit eru stinn og noyðast vit at bresta saman við flogførum, sum koma í NATO loftrúmið uttan loyvi, so gera vit tað. Stórabretland stendur saman við sínum vinum, segði Yvette Cooper á ST fundi seinnapartin í dag. 

 

Tað sigur hon í kjalarvørrinum av, at trý russisk jagaraflogfør flugu inn í estiskt loftrúm uttan loyvi fríggjadagin, sambært NATO - og at Pólland og Rumenia hava boða frá russiskum dronum í sínum loftrúmi tær seinastu tvær vikurnar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672