Søkja eftir stjóra til Heilsustýrið

Søkja eftir stjóra til Heilsustýrið
Bjarni á Steig hevur verið stjóri, síðani Heilsustýrið var stovnað í mai í fjør
Heilsustýrið skal hava nýggjan stjóra.
 
26.09.2025 - 13:11

Bjarni Á Steig heldur ikki fram sum stjóri í Heilsustýrinum. 

Heilsumálaráðið boðar í dag frá, at starvið sum stjóri í Heilsustýrinum er leyst at søkja, nú setanartíðarskeiðið gongur út.

Bjarni á Steig hevur verið stjóri, síðani Heilsustýrið var sett á stovn í mai í 2024.

Heilsustýrið hevur høvuðsuppgávuna at skipa og menna heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

 

Bjarni á Steig. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Stjórin í Heilsustýrinum fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum, sum er ein sjálvstøðugur myndugleikastovnur undir Heilsumálaráðnum.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at savna vitan og byggja grundarlag upp fyri heilsufremjandi átøkum, styrkja arbeiðið við fólkaheilsu og fyribyrging, og at umsita farsóttarøkið og heilsuhagtøl, skrivar Heilsumálaráðið í dag.

Umsóknarfreistin er mikudagin 15. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011