Nú kann talgildingin í Kringvarpinum byrja

Nú kann talgildingin í Kringvarpinum byrja
Løgtingið hevur játtað 800.000 krónur at seta sjøtul á talgildingina. Fyrst verður útgerð keypt og og onnur uppstigað
Súni Selfoss er savnsvørður í bandasavninum hjá Kringvarpinum, sum nú verður talgilt
Mynd: Johnsigurd Johannesen  
 
28.11.2013 - 14:04

Nú kann Kringvarpið taka fyrsta stigið at bjarga bandasavninum. Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt at játta 800.000 krónur at talgilda bandasavnið. Játtanin skal nýtast at keypa tól, sum skal talgilda bondini í útvarpssavninum.

Kostnaðurin fyri upptøkutólið liggur um 500.000 kr. Harafturat skulu verandi tól hjá Kringvarpinum uppstigast og umvælast fyri 200.000 kr. Eisini verður neyðugt at útvega forrit og skannarar at skanna skjøl, sum tey fyrstu tíðindini eru skrivað á, fyri einar 100.000 kr.

Samstarv

Arbeiðið verður skipað í samstarvi millum ALS, Kringvarpið og Almannaverkið, og Søvn Landsins stýra verkætlanini.

Mentamálaráðið sigur, at tá verkætlanin er farin at virka, verður støða tikin til, hvussu sjónvarpsbondini eisini verða talgild og varðveitt á tryggan hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376