Ikki loyvt hava summardekk í hálku

Ikki loyvt hava summardekk í hálku
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur gjørt nýggja kunngerð, sum avmarkar koyring við summadekkum um veturin
 
28.11.2013 - 14:50

Frá 1. desember til 30. apríl verður ikki loyvt at koyra við summardekkum, um hálka er, uttan so at ketur eisini eru á hjólunum. Samstundis verður í hesum tíðarskeiði víðkað um undantakið at brúka vetrardekk ella píkadekk.

Tað stendur í einari nýggjari kunngerð frá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, sum eisini umsitur ferðslumál.

Sostatt kunnu bilførarar koyra við summardekkum vetrarmánaðirnar, men tá hálka er, verður ikki loyvt at nýta summardekk. Við hesum koma Føroyar upp í bólkin av norðurlondum, ið hava ásetta skyldu at nýta í minsta lagi vetrardekk í tíðarskeiðnum, tá hálka kemur fyri. Danmark hevur ikki hesa skyldu.

Verið til hoyringar

Kunngerðin hevur verið til hoyringar hjá Landsverki, Vinnuhúsinum, Kommunufelagnum, Kommunusamskipanini, Ferðslutrygd, Fútanum, Koyrilærarafelagnum og báðum tryggingarfeløgunum, og øll taka undir við broytingini, sigur Vinnumálaráðið.

Johan Dahl sigur, at endamálið er at økja ferðslutrygdina. Nýggja kunngerðin kemur í gildi 1. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454