Spæla seint og skapa ov lítið

Spæla seint og skapa ov lítið
KÍ spældi ov seint og skapti ov lítið í steypafinaluni ímóti HB, og tí fór steypið til Havnar, helt KÍ-liðskiparin Sanna Svarvadal
27.09.2025 - 22:42

 - Vit gera tað nokkso trupult fyri okkum sjálvar. Vit spæla seint. Vit koma fram til nakrar góðar møguleikar, og taka ikki av, men vit skapa heldur ikki nóg nógvar møguleikar.

Tað segði Sanna Svarvadal eftir at KÍ hevði tapt 1-0 fyri HB í steypafinaluni á Tórsvølli leygarkvøldið. 

Rúna Jacobsen skoraði einasta málið í dystinum, tá ein lítil hálvur tími var spældur, og hóast KÍ royndi, eydnaðist ikki at javna.

 - Vit høvdu kunnað verið meir ágangandi, og í nógvum eru tær eitt fet frammanfyri, viðgekk KÍ-liðskiparin, sum nú fer at gera alt fyri at føroyameistaraheitið endar í Klaksvík.

 - Hetta er blóð upp á tonnina til at koyra á tann næsta dystin og vónandi tryggja FM áðrenn síðsta umfar, segði Sanna Svarvadal. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532