Heita á Hamas um at góðtaka friðarætlanina fyri Gasageiran

Heita á Hamas um at góðtaka friðarætlanina fyri Gasageiran
Forsætisráðhaarrin í Katar sigur, at neyðugt er at fáa greiðu á smálutum og víðari samráðingum um ætlanina
Donald Trump, forseti, kunngjørdi friðarætlanina mánadagin, tá ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, var á vitjan í Hvítu húsunum. Ísrael hevur tikið undir við ætlanini.
Mynd: Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
01.10.2025 - 10:12

Egyptaland, Katar og Turkaland heita á Hamas um at góðtaka ætlanina hjá Donald Trump, forseta, um Gasageiran, siga keldur við tíðindarásina Axios. 

Katar sigur samstundis, at neyðugt er at fáa greiðu á smálutum og á víðari samráðingum um friðarætlanina, sum amerikanski forsetin hevur lagt fram.

- Ætlanin er framvegis á byrjanarstigi, sigur forsætisráðharrin í Katar, Mohammed bin Abdulrahman Al Thani, við Al Jazeera.

Hann sigur, at serliga er tørvur á útgreiningum um at taka ísraelskar hermenn úr krígsherjaða palestinska økinum.

- Ætlanin krevur kjak um smálutirnar, og hvussu tær verða settar í verk, sigur Mohammed bin Abdulrahman Al Thani sambært rásini.

Tá ætlanin varð løgd fram, gav hon nýggja vón um at fáa enda á krígnum. Men eins og við undanfarnum uppskotum eru opnir spurningar, sum hava sátt iva, um ætlanin veruliga kann hava við sær, at kríggið endar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087