Kvinnuhúsið rópar varskó á 35 ára degnum

Kvinnuhúsið rópar varskó á 35 ára degnum
Hølini hjá Kvinnuhúsinum eru ótíðarhóskandi og niðurslitin, og Kvinnuhúsið er sjálvt farið at savna pening til nýggj høli
Eyðvør Tausen Olsen er leiðari í Kvinnuhúsinum
 
02.10.2025 - 15:23

Í gjár vóru vit errin av, at Kreppumiðstøðin hjá Kvinnuhúsinum fylti 35 ár. 

Men ongin orsøk er at vera errin av umstøðunum, tí hølini eru sambært Eyðvør Tausen Olsen, leiðara í Kvinnuhúsinum, bæði ótíðarhóskandi og niðurslitin. 

Átrokandi tørvur er á dagførdum hølum til harðskapsrakt. 

Tí er Kvinnuhúsið sjálvt farið undir at savna pening til nýggj høli til harðskapsrakt. Brúk er fyri 30 milliónum krónum til nýggju hølini. 

Og tað hevur skund, tí plásstrot er á Kreppumiðstøðini. 

 

Sjónligt slit sæst í hølunum hjá Kreppumiðstøðini.

Plásstrot er á Kreppumiðstøðini, og neyðugt er at finna kreativar loysnir í trongu hølunum.

 

Trý kømur

Trý kømur eru í løtuni, men kømrini eru alt ov trong, og brúk er fyri í øllum førum tveimum kømrum afturat. 

- Vit í Kvinnuhúsinum tosa ofta um, um vit kunnu bjóða kvinnunum hesi hølini, men vit hava ongan annan møguleika. Og uttan Kreppumiðstøðina hava kvinnurnar onga aðrastaðni at fara, sigur Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum. 

Kvinnurnar og familjurnar hava eisini brúk fyri meira privatlívi, sigur hon.   

Vanligt er, at umleið tvey til trý børn børn eru saman við mammuni.

Umleið 15 kvinnur gista á Kreppumiðstøðini um árið. 

Kvinnuhúsið fær fýra milliónir krónur á fíggjarlógini um árið til raksturin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02102025_Kvinnuhusid

 

Meiri verður at frætta í Degi og viku í kvøld klokkan 19 og í Breddanum í morgin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209