Breddin: Tvey ár síðani Hamas leyp á Ísrael

Breddin: Tvey ár síðani Hamas leyp á Ísrael
Á sjálvum ársdegnum samráðast stríðandi partarnir um eina friðaravtalu, sum amerikanski forsetin hevur gjørt.
Avvarðandi hjá teimum, sum Hamas drap og tók gíslar á Nova-festivalinum í Ísrael fyri tveimum árum síðani, minnast í dag tey falnu. 1200 fólk doyðu, og 200 vóru tikin gíslar.
Mynd: Itay Cohen/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.10.2025 - 09:26

Í dag er 7. oktober og tvey ár síðani, at Hamas leyp á Ísrael, drap 1200 fólk og tók 200 gíslar. 

Og júst á ársdegnum fara partarnar undir friðarsamráðingar við støði í eini avtalu, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt.

Hvat stendur í avtaluni, og hvørji sannlíkindi eru fyri, at hon ber á mál?

Tað spyrja vit Breddanum í dag. 

Eisini fara vit at seta orð á miðladekningin av stríðnumi, tí tað er eitt evni, sum veruliga fær sinnini í kók.

Umboð fyri fýra redaktiónir vera í útvarpsstovuni. Tey eru Katrin Petersen, deildarleiðari á Aktuelt í Kringvarpinum, Árni Gregersen, journalistur, Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, og Ingi Samuelsen, journalistur á Portalinum. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098