Eyðun Klakstein: Vónar, at Montenegro knarrar um veður, vind og vøll

Eyðun Klakstein: Vónar, at Montenegro knarrar um veður, vind og vøll
Eingin ivi er um, at Føroyar fara eftir øllum trimum stigunum, og landsliðsvenjarin vónar, at heldur keðiliga veðrið fær Montenegro at knarra um veður, vind og vøll í morgin
08.10.2025 - 17:25

Føroyar fara eftir øllum trimum stigunum ímóti Montenegro í annaðkvøld. Tað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, gjørt púra greitt í fyrireikingunum til HM-undankappingardystin á Tórsvølli.

Veðrið, sum fyrr í vikuni forðaði fleiri av fótbóltsútisetunum at flúgva heim til ásettu tíðina, verður kanska heldur ikki so gott, tá liðini fara á vøllin í morgin, og landsliðsvenjarin vónar, at tað kann hjálpa føroyingunum til sigurs.

 - Vit eru nokkso vanir við, at umstøðurnar kunnu vera skiftandi, og verður eitt sindur av regni, er tað eingin trupulleiki fyri okkum. Vit vóna bara, at mótstøðuliðið hevur tað eitt sindur truplari við tí og fer at knarra eitt sindur um veður, vind og vøll, segði Eyðun Klakstein.

Liðið er sett, segði venjarin, sum kortini ikki vildi avdúka, júst hvør verður millum fyrstu 11 hjá Føroyum. Hann segði kortini, at liðskiparin, Hallur Hansson, ikki er førur fyri at byrja inni ímóti Montenegro. Hann kann kortini verða skiftur inn, um tað verður neyðugt.

LES EISINI: Vit gita: Hetta verður liðið í annaðkvøld

 

Verjuspælið fyrst og fremst

Síðan Eyðun Klakstein og Atli Gregersen fingu ábyrgdina av landsliðnum, hevur føroyska liðið verið ringt at skora ímóti. Í hesi undankappingini eru bert fimm mál skotin ímóti  Føroyum í fimm dystum, og tað er sera ósannlíkt, at føroyingarnir ikki byrja í eini 5-4-1 uppstilling.

Tí stúrir Eyðun Klakstein ikki fyri, at nýggi venjarin hjá Montenegro, Mirko Vucinic, sum stendur á odda fyri fyrstu ferð í Føroyum, hevur funnið upp á okkurt nýtt.

 - Vit hava fyrireika okkum so væl, vit kunna, og eg føli, at okkara verjuspæl kann taka ímóti øllum tí, sum teir koma við. Eg havi eina kenslu av, at halda vit nullið, so vinna vit dystin, segði Eyðun Klakstein, sum fegin vil koma upp á níggju stig, sum er tað besta, sum føroysku menninir hava klárað higartil.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968