Gunnar Vatnhamar: Tað er frábært

Gunnar Vatnhamar: Tað er frábært
Nýklækti íslendski meistarin í Víkingi er glaður fyri at koma heim at spæla fyri Føroyar, og nú ræður um, at koma upp á stigametið, so Atli Gregersen ikki kann reypa um tað
08.10.2025 - 17:43

Nýklækti íslendski meistarin í Víkingi, Gunnar Vatnhamar, var ein av teimum, sum ikki kom til tíðina, tá landsliðið møtti til venjingar mánadagin.

Veðrið tarnaði flogferðsluni illa, men tíbetur fyri verjuskansan bar til at koma upp á pláss í somikið góðari tíð, at hann er til reiðar, tá Montenegro bjóðar av á Tórsvølli hóskvøldið.

 - Tað er frábært, segði Gunnar Vatnhamar, áðrenn seinastu venjingina mikudagin seinnapartin.

Hann ivast ikki í, at tað ber til at vinna á Montenegro og koma upp á tey níggju stigini, sum landsliðið hevur sett sær sum mál. Níggju stig er nevniliga tað besta, sum føroyska A-landsliðið við monnum hevur klárað í eini undankapping hgartil.

At núverandi hjálparvenjarin, Atli Gregersen, var við ta ferðina, ger tað bara týdningarmiklari fyri Gunnar Vatnhamar at í minsta lagi koma upp á sama stigatal sum fyrrverandi liðfelagin í Víkingi í Eysturkommunu.

 - Tað veit Guð, nú eri eg ikki ein, sum reypi so nógv, men um eg kann siga hatta ímóti Atla, so er tað faktiskt eitt fínt kort at hava í hondini, sigur Gunnar Vatnhamar, sum helst byrjar inni í føroysku verjuni í annaðkvøld.

LES EISINI: Vit gita: Hetta verður liðið í annaðkvøld

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816