Semja um fyrsta stig í friðaravtaluni fyri Gasa

Semja um fyrsta stig í friðaravtaluni fyri Gasa
Ísraelsku gíslarnir, sum framvegis eru á lívi, verða latnir leysir, og neyðhjálp sleppur inn í Gasa
Á gíslatorginum í Telaviv fegnast tey um, at íslendsku gíslarnir í Gasa nú verða latnir leysir
Mynd: Maya Levin/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2025 - 08:20

Ísrael og Hamas eru samd um fyrsta stig í friðaravtaluni, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur staðið fyri.

Tað skrivaði Donald Trump sjálvur á Truth Social í nátt okkara tíð. 

Sambært danska kringvarpinum hava bæði Ísrael og Hamas síðani váttað, at semja er um fyrsta stig í friðaravtaluni.

Tíðindini um friðaravtaluna koma bert tveir dagar eftir tvey ára dagin fyri Hamas-álopini á Ísrael, 7 oktober 2023.  

 

Eisini palestinar í Gasa fegnast um vápnahvíldina. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Gíslar verða latnir leysir

Allir ísraelsku gíslarnir verða latnir leysir, og Ísrael fer at taka herin aftur til eitt mark, sum partarnir eru vorðnir samdir um, skrivar Donald Trump, sum takkar Katar, Egyptalandi og Turkalandi fyri teirra leiklut í at koma til eina semju.

Enn er ikki greitt, hvat stendur í avtaluni, sum partarnir eru vorðnir samdir um, men sambært norska kringvarpinum, so sigur avtalan 

- at teir 20 ísraelsku gíslarnir, sum framvegis eru á lívi, skulu latast leysir

- 2.000 palestinskir fangar skulu latast leysir

- Í minsta lagi 400 lastbilar við neyðhjálp skulu sleppa inn í Gasa teir fyrstu fimm dagarnar, sambært Hamas. 

- Burturriknir palestinar sleppa aftur til norðara part av Gasa og Gasa bý. 

 Ísraelska stjórnin kemur saman seinni í dag endaliga at góðkenna avtaluna, skrivar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu á, X, sambært danska kringvarpinum. 

 

Marco Rubio, uttanríkisráðharri, teskaði í oyrað á Trump, forseta, at báðir partar høvdu tikið undir við friðaravtaluni. (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

 

ES fegnast

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, fegnast um, at Ísrael og Hamas hava gjørt semju um fyrsta stig í friðaravtaluni og sigur, at ES er til reiðar at stuðla neyðhjálp at koma inn í Gasa. Hon sigur eisini, at ES  er til reiðar at hjálpa til at endurreisa og fáa Gasa at koma fyri seg aftur. Tað skrivar hon á  X. 

- Nú skulu allir partar lúka treytirnar í avtaluni. Allir gíslar mugu latast leysir. Ein varandi vápnahvíld má fáast í lag. Líðingin má enda, skrivar hon. 

Sambært Reuters verður skrivað undir avtaluna klokkan 10 okkara tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575