Taks kannar trivnaðin

Taks kannar trivnaðin
Stovnurin hevur 107 starvsfólk á 11 deildum
Seinast, trivnaðarkanning var gjørd hjá Taks, var í 2022.
 
10.10.2025 - 09:24

Taks ætlar at kanna, hvussu trivnaðurin er.

Taks biður tí um ráðgevaratænastu til at standa fyri trivnaðarátakinum.

Roknað verður við, at átakið verður liðugt næsta vár. 

Tá skulu úrslit vera fyri hvørja deild, fyri leiðslu, úrslit fyri hvørt øki og úrslit fyri Taks sum heild.

Samstundis skulu setast í verk tilgongdir, sum tryggja, at tær avbjóðingar, sum kanningin staðfestir, vera viðgjørdar og loystar á ítøkiligan hátt.

Taks er nógv broytt seinastu árini. Taks er minkað nógv.

Síðani í fjør vár hevur Taks eisini verið í einari stórari strategiskari broyting undir heitinum talgilda skiftið.

 

Trýst á starvsfólkunum

Nógv trýst er á starvsfólkunum. Gerandisdagurin er og verður nógv broyttur. Harafturat eru nógv starvsfólk skift út seinastu tíðina.

Seinast, trivnaðarkanning var gjørd hjá Taks, var í 2022.

Taks hevur 107 starvsfólk á ellivu deildum.

Tilboðini skulu latast í seinasta lagi 23. oktober. Vinnarin verður kunngjørdur 29. oktober.

Trivnaðarkanningin verður gjørd í desember og januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Gudtænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107