336 milliónir vóru brúktar til gransking og menning

336 milliónir vóru brúktar til gransking og menning
Hetta eru 31 milliónir minni enn í 2023
Í 2022 og 2023 vóru føroysku útreiðslurnar til gransking og menning sum partur av BTÚ tær minstu í Norðurlondum. 
Mynd: Hagstovan  
 
13.10.2025 - 10:02

Føroyar brúktu 336 mió. kr. til gransking og menning í fjør, skrivar Hagstovan.

Tað eru 31 milliónir minni enn í 2023.

Føroyar granskaðu og mentu fyri 1,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í fjør.

Í 2022 og 2023 vóru føroysku útreiðslurnar til gransking og menning sum partur av BTÚ tær minstu í Norðurlondum. 

Hini Norðurlondini hava ikki kunngjørt hagtøl fyri 2024 enn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793