Tey, sum ikki hava bústaðartilknýti, gerast fleiri

Tey, sum ikki hava bústaðartilknýti, gerast fleiri
Tey flestu, sum eru her, og ikki hava bústaðartilknýti, eru úr Asia
Í september høvdu 94 prosent av øllum teimum, sum eru í Føroyum, bústaðartilknýti. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
14.10.2025 - 10:32

Tey gerast støðugt fleiri í Føroyum, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroya.

Í september høvdu 93,9 teirra, sum vóru her, bústaðartilknýti, skrivar Hagstovan.

Tey vóru 94,1 prosent í september í fjør.

Tey flestu, sum eru her og ikki hava bústaðartilknýti, eru úr Asia.

Tey eru 995 av teimum 2.393, sum ikki hava bústaðartilknýti her, og ikki eru danskir ríkisborgarar.

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891